Føroyska U21 landsliðið er komið í bólk saman við Týsklandi, Rumenia, Montenegro og Írlandi.
Lutakast til komandi U21 undankappingina hevur verið í Nyon í Sveis í morgun. Føroyar fingu Týskland úr sterkasta styrkibólkinum. Týslandi vann U21 kappingina í 2009. Spania eru verandi U21 EM vinnarar.
Seks av dystunum verða spældir í hesum árinum, meðan tveir undandystir verða spældir í 2014.
Skráin:
2013
7. juni: Føroyar - Rumenia
12. juni Montenegro - Føroyar
14. august: Føroyar - Írland
6. september: Føroyar - Týskland
15. oktober: Týskland - Føroyar
15. november: Írland - Føroyar
2014
5. mars: Rumenia - Føroyar
9. september Føroyar - Montenegro
Endaspælið verður í Tjekka í 2015.
Her er eitt yvirlit yvir lutakastið:
Bólkur 1: Ongland, Wales, Finland, Moldova, Litava, San Marino
Bólkur 2: Russland, Danmark, Slovenia, Bulgaria, Estland, Andorra
Bólkur 3: Holland, Skotland, Slovakia, Georgia, Luksemborg
Bólkur 4: Spania, Eysturríki, Ungarn, Bosnia Hersigovina, Albania
Bólkur 5: Sveis, Ukreina, Kroatia,Letland, Liktinstein
Bólkur 6: Týskland, Rumenia, Montenegro, Írland, Føroyar
Bólkur 7: Svøríki, Turkaland, Grikkaland, Pólland,Malta
Bólkur 8: Ísrael, Portugal, Noreg, Makedonia,Aserbadjan
Bólur 9: Italia, Serbia, Belgia, Kýpros, Norðurírland
Bólkur 10: Frakland, Hvítarussland,Armenia, Ísland, Kasakstan