Tað byrjaði við, at Øssur Dalbúð fekk bóltin heilt frammi í høgra króki, har hann hevði fleiri mans rundan um seg, men síðani fekk spælt bóltin frá sær til Jóhan Troest Davidsen, ið var komin fram við.
Jóhan gjørdi skjótt av og sendi væl innfyri, har Jóan Símun Edmundsson var hægstur og skallaði bóltin í málið, so støðan nú er 1-0 til Føroyar ímóti Lettlandi.
Spælið í seinna hálvleiki minnir um fyrra hálvleik. Tað gongur javnt á og bylgjar aftur og fram, og føroysku spælararnir bæði stríðast og spæla væl ímóti lettunum. Nú tað nærkast endanum, skifta Føroyar nýggjar og frískar menn inn.
Eitt korter er eftir at spæla, og stríðshugurin sæst eisini aftur hjá føroyska málskjúttanum, ið júst hevur fingið gula kortið! Eftir málið hevur hann eisini havt onkra skotroynd, og tað sama hevur liðformaðurin, Christian Restorff Mouritsen, eisini havt.
Føroyska liðið var væl við í fyrra hálvleiki, tá Øssur Dalbúð hevði fleiri royndir á lettiska málið og eisini Rógvi Poulsen hevði ein kjans. Í hinum endanum søktu lettar eisini at, men vóru ikki so vandamiklir.
Føroyska liðið: Jóan Pauli Dahl Jakobsen ? Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen ? Jóan Símun Edmundsson, Róaldur Jakobsen (Hallur Hansson, 77.), Kristoffur Jakobsen, Rógvi Poulsen ? Christian R. Mouritsen ? Øssur Dalbúð (Finnur Justinussen, 80.)
Gult kort: Jóan Símun Edmundsson