U21 HM: Føroyar møta Kroatia í morgin - Danmark møtir Portugal

Portugal vann á Kroatia, og tí skulu okkara menn spæla dyst um sjeynda plássið móti Kroatia

Mynd: IHF

Fimta dystin á rað skal føroyska U21-landsliðið spæla móti einari stórari tjóð í HM-endaspælinum í hondbólti.

 

Portugal vann fyri løtu síðani 36-32 á Kroatia. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.

 

Tað merkir, at Føroyar í morgin klokkan níggju skulu spæla um sjeynda plássið móti Kroatia, ið verður ein spennandi uppgáva.

 

Danmark og Portugal spæla um fimta plássið klokkan 11.30. Báðir dystirnir vera spældir í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Seinnapartin vera hálvfinalurnar spældar. Klokkan 14.30 spæla Ungarn og Ísland, og klokkan 17 spæla Týskland og Serbia.

 

Kroatia – Portugal 32-36 (17-17)

 

Kroatia : Ivan Barbić 8, Noa Zubac 5, Patar Lulić 5, Marin Lisac 4, Zlatko Raužan 3,  Jakov Dujić 2, Rok Malin 2, Matija Car 1, Marin Božičević 1, David Štrković 1.

 

Portugal : Vasco Costa 9, André Sousa 8, Gabriel Viana 3, Pedro Oliveira 4, Joao Gomes 4, Nuno Queiros 3, Ricardo Brandao 2,  Bernardo Pegas 1.

 

 

 

 

 

Mynd: IHF