U21 HM: Danmark vann greiðan sigur á Rumenia í okkara millumbólki

Danmark er nú fremst við fýra stigum

Mynd hjá IHF frá dystinum millum Danmark og Frakland, ið Danmark vann 35-31 (18-16)

Hini bæði liðini í ovara U21 HM-millumbólkinum hjá Føroyum, millumbólki 3, Danmark og Rumenia hava júst spælt dyst í Katowice í Póllandi. 

 

Danmark vann ein greiðan 37-30 sigur á Rumenia. Rumenia var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Danmark bert á odda 18-17. Í seinna hálvleiki var Danmark greitt omaná.

 

Undan dystinum millum Frakland og Føroyar, ið byrjar í somu høll klokkan 17.30 hevur Danmark fýra stig, Føroyar tvey stig, meðan Frakland og Rumenia einki stig hava.

 

Vinna Føroyar eru Danmark og Føroyar víðari til fjórðingsfinalurnar. Endar tað javnt ella við tapi til Føroyar verður alt avgjørt í millumbólki 3 í morgin.

 

Mynd hjá IHF frá dystinum millum Danmark og Frakland, ið Danmark vann 35-31 (18-16)