U21: Grikkaland er greiður favorittur móti Føroyum í Klaksvík

Her eru oddsini upp á U21 EM-undankappingardystin Føroyar-Grikkaland

Seinnapartin týsdagin klokkan 17.30 byrjar U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Grikkaland á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Føroyar taptu á útivølli 16. november í fjør 0-3 fyri Grikkalandi.

 

Grikkaland er nummar trý í undanbólki G við 14 stigum. Føroyar hava sjey stig.

 

Grikkaland er greiður favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. 

 

Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru so høg sum 12,45.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 5,22.

 

Miðaloddsini upp á grikskan útisigur eru so lág sum 1,23.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##