U21: Føroyar fáa ein avgerandi leiklut

Føroyska U21-landsliðið kann fáa ein avgerandi týdning fyri, um Danmark kemur víðari

Týsdagin skal føroyska U21-landsliðið spæla seinasta dystin í hesi EM-undankappingini, sum verður móti Danmark í Aalborg. Føroyska liðið kann fáa ein avgerandi leiklut í stríðnum, um at koma til EM-endaspælið.

 

Les eisini: Mistu sigurin í evstu løtu

 

Danmark spældi í gjár javnleik 1-1 móti Póllandi. Tað merkir at Danmark hevur 20 stig, meðan Pólland hevur 19 stig undan seinasta umfari, ið verður týsdagin. Tá er føroyska U21-landsliðið á vitjan í Aalborg, meðan Pólland á heimavølli fær vitjan av Georgia.

 

U21-landsliðsvenjarin hjá Danmark, Niels Frederiksen, sigur við danskar miðlar, at hann var nøgdur við javnleikin móti Póllandi, tí nú skulu teir bara vinna á Føroyum, fyri at koma víðari. Danmark vann fyrr uppgerðina, sum var á Tórsvølli í fjør, 3-0. Tá var stór ónøgd við føroyska avrikið.

 

Føroyska liðið hevur síðani spælt javnleik tvær ferðir móti Póllandi, sum ongan dyst hevur tapti í hesi undankappingini. Nú er so spurningurin, um vit eisini taka stig frá Danmark.

 

Les eisini: Bartal hevur givið avboð

 

Tað verður uttan Bartal Wardum og Adrian Justinussen. Bartal Wardum bleiv skaddur í gjár, og ferðast ikki við landsliðnum í dag, meðan Adrian Justinussen ikki spælir útidystirnar. Tí er Jann Benjaminsen úttikin, meðan Hugin Samuelsen, sum sat uttanfyri móti Litava, verður við í hópinum.