Føroyska U21-manslandsliðið hjá monnum heldur fram við at skapa ótrúlig úrslit. Eftir 31-28-sigur ímóti Kili í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum í Algeria týsdagin, var mótstøðulandið í dag Suðurkorea, sum var mettur at vera stórfavorittur ímóti Føroyum.
Sum væntað var tað Suðurkorea, sum fekk bestu byrjanina upp á dystin og kom á odda 3-1, men tað skuldi vísa seg at gerast ógvuliga trupult hjá favorittunum úr Suðurkorea ímóti teimum væl stríðandi føroyingunum.
Føroyar fekk skjótt javnað til 3-3, og so kom av álvara glið á føroyska spælið. Føroyski málverjin, Niklas Simonsen, tók fleiri skot, og í hinum endanum gekk álopsspælið væl og Føroyar vóru fyri tað mesta á odda við tveimum-trimum málum.
Tá ið smáir tíggju minuttir vóru til hálvleiks komu Føroyar á odda við fimm málum, nevniliga 12-7, og hóast Suðurkorea tók timeout og nakrar ferðir var ávegis inn aftur í dystin, so hildu Føroyar ferðina og sluppu til hálvleiks á odda 16-12.
Seinni hálvleikur byrjaði væl, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki vóru Føroyar á odda við fimm málum. Suðurkorea royndi tó at svara aftur, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin eydnaðist teimum eisini at koma heilt niður á tvey mál á muni.
Lyklastøðan var tá ið smáir 10 minttir vóru eftir. Føroyar vóru einans á odda við einum, 22-21, men herfrá koppaði tað til Føroyar, sum eftir lítlari løtu kom á odda við fýra, 25-21.
Føroyar stevndu ímóti sigrinum, men ímóti dystarenda kom aftur eitt sindur av roki í, tí Føroyar var bara á odda við einum, 28-27, og høvdu 22 sekund eftir. Tað eydnaðist tó at fáa tíðina at renna út, og so kundu Føroyar fegnast um enn ein ótrúligan HM-sigur.
Eftir fyrstu tveir dystirnar hava Føroyar nú framvegis fult stigatal. Næsti dystur verður í morgin kl.18.00 ímóti Noregi.
Føroyar - Suðurkorea 28-27
Málskjúttar: Hilmar Leon Jakobsen 6, Helgi H. Hoydal 5, Pætur Thomsen 5, Sjúrður Olsen 3, Kjartan Johansen 3 (1), Jónas G. Djurhuus 2, Pætur Mikkjalsson 2, Teis Horn Rasmussen 1, Áki Egilsnes 1
Beinleiðis tekstafrásøgnin sæst niðanfyri:
Liðugt: Føroyar hava vunnið 28-27 ímóti Suðurkorea!
59min.: 28-27 til Føroyar og Føroyar taka timeout. 20 sekund eru eftir.
58min.: 28-26 til Føroyar. Vit eru í undirtali og hálvurannar minuttur er eftir.
57min.: 28-24 til Føroyar. Helgi H. Hoydal skorar, men Suðurkorea svarar aftur.
55min.: 27-22 til Føroyar. Pætur Thomsen er aftur fúsur, fangar ein bólt og skorar.
53min.: 26-21 til Føroyar. Pætur Thomsen fangar ein tilvildarligan bólt í einum skjótálopi, og nú eru vit á odda við fimm.
51min.: 25-21 til Føroyar. Kjartan Johansen og Hilmar Leon Jakobsen við tveimum skjótum málum, eftir at Suðurkorea fekk mál kolldømt vegna yvirtraðk. Teir taka timeout.
49min.: 23-21 til Føroyar. Gott spæl inn á strikuna, har Helgi H. Hoydal skorar.
48min.: 22-21 til Føroyar. Kjartan Johansen skjýtur, málverjin bjargar og teir skora upp á mótálop.
47min.: 22-20 til Føroyar. Suðurkorea minkar um munin. Føroyski venjarin, Sonni Larsen, tekur timeout.
45min.: 22-19 til Føroyar. Sjúrður Olsen takkar fyri eina góða spæling frá Kjartani Johansen við at skora.
42min.: 21-19 til Føroyar. Suðurkorea skorar upp á brotskast, og so eru bara tvey mál á muni.
41min.: 21-18 til Føroyar. Helgi H. Hoydal skorar, men Suðurkorea minkar um munin.
40min.: 20-17 til Føroyar. Helgi H. Hoydal rakar á stongina. Áki Egilsnes fær tveir minuttir og Suðurkorea skorar upp á brotskast.
39min.: 20-15 til Føroyar. Suðurkorea skorar eitt flott mál, men tann væl upplagdi Hilmar Leon Jakobsen økir aftur.
37min.: Teis Horn Rasmussen og Pætur Mikkjalsson standa stinnir í verjuni. Eisini Niklas Simonsen stendur væl í málinum.
36min.: 19-14 til Føroyar. Suðurkorea minkar, men Pætur Thomsen otar seg inn á strikuna, har hann fær bóltin og skorar.
32min.: 18-13 til Føroyar. Góð byrjan upp á seinna hálvleik. Hilmar Leon Jakobsen og Pætur Mikkjalsson hava staðið fyri málunum.
Hálvleikur: 16-12 til Føroyar. Áki Egilsnes langar bóltin í málið fá sekund áðrenn hálvleiksbríkslið.
29min.: 15-11 til Føroyar. Eitt sindur rokaligt og aftur og fram nú beint undan steðginum.
28min.: 15-10 til Føroyar. Pætur Mikkjalsson fangar bóltin frá suðurkoreanarum og skjýtur bóltin í eitt tómt mál.
27min.: 14-10 til Føroyar. Sjúrður Olsen av vinstra vongi.
26min.: 13-10 til Føroyar. Suðurkorea minkar beinanvegin um munin.
26min.: 13-9 til Føroyar. Innspæl miseydnast, men Jónas G. Djurhuus stríðist og slær bóltin í málið.
25min.: 12-9 til Føroyar. Suðurkorea minkar og Føroyar taka timeout.
23min.: Føroyar fáa brotskast, men málverjin bjargar skotinum hjá Kjartani Johansen.
22min.: 12-8 til Føroyar. Suðurkorea minkar um munin meðan Føroyar eru í undirtali.
21min.: 12-7 til Føroyar. Suðurkorea skjýtur útifrá, men Niklas Simonsen hevur aftur lisið skotið.
21min.: Áki Egilsnes fær tveir minuttir.
20min.: 12-7 til Føroyar. Helgi H. Hoydal av strikuni.
19min.: 11-7 til Føroyar. Áki Egilsnes til Hilmar Leon Jakobsen, sum skorar.
18min.: 10-7 til Føroyar. Suðurkorea hevur havt tveir góðar møguleikar, men teir misnýta, og Jónas G. Djurhuus økir um leiðsluna.
15min.: 9-7 til Føroyar. Suðurkorea hevur sett nakrar av sínum sterkastu á vøllin, og teir minka um munin alt fyri eitt.
13min.: 9-5 til Føroyar. Niklas Simonsen bjargar. Kjartan Johansen við góðum spæli út á vongin til Sjúrð Olsen, sum skorar.
12min.: 8-5 til Føroyar. Kjartan Johansen við triðja málinum upp í slag. Suðurkorea hevur ein mann útvístan, og nú taka teir timeout.
11min.: 7-5 til Føroyar. Suðurkorea minkar.
11min.: 7-4 til Føroyar. Kjartan Johansen við einum dundurskoti upp í málhornið.
10min.: 6-4 til Føroyar. Kjartan Johansen umvegis brotskast.
9min.: 5-4 til Føroyar. Ein suðurkoreanari fær kroyst seg framvið føroysku verjuni.
8min.: 5-3 til Føroyar. Gott føroyskt verjuspæl loysir upp fyri føroyskum álopi, og vit skora aftur. Hilmar Leon Jakobsen er maðurin.
6min.: 4-3 til Føroyar! Niklas Simonsen bjargar, og Hilmar Leon Jakobsen skorar í mótálopi.
5min.: 3-3. Teis Horn Rasmussen snýtir mótstøðumannin og skorar.
4min.: 3-2 til Suðurkorea. Mótstøðumenninir skjóta væl útifrá og koma á odda 3-1, men Pætur Thomsen svarar enn einaferð aftur.
2min.: 1-1. Suðurkorea leggur seg á odda, men Pætur Thomsen javnar eftir at hann fangar ein bólt, ið stakk útfrá eftir bjarging.
Føroyska byrjunaruppstillingin: Niklas Simonsen, Sjúrður Olsen, Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal, Teis Horn Rasmussen, Hilmar Leon Jakobsen, Pætur Thomsen
Undan dystinum: Maðurin, sum Føroyar serliga mugu ansa eftir í dag, eitur Kim Yeon-bin. Hann skeyt átta mál ímóti Noregi.
Undan dystinum: Dómarar í dag eru brøðurnir Amar og Dino Konjičanin. Teir eru úr Bosnia og Hersegovina.










