Í dag klokkan 16.45 spælir U21 landsliðið fimta og seiansta landsdystin í ár. Hann verður móti Póllandi á Tórsvølli. Eli Hentze vónar, at føroyska liðið kann gera nakað við mótstøðuna, men talan er um eitt sterkt lið.
- Móti Danmark gjørdu vit kanska tann feilin, at vit tosaðu mótstøðuna eitt sindur for nógv upp. Tað gjørdi møguliga, at okkara bilvu nakað bangnir og passisivir í verjustøðu. Pólland er eitt sterkt lið, men vit skulu tora verja við meiri ágrýtni, sigur Eli Hentze.
U21 landsliðið var og vitjaði á ráðhúsinum á Vaglinum, har Annika Olsen, borgarstjóri, tók ímóti. Eli Hentze greiðir millum annað frá fyrireikingunum, sum hava verið drúgvari hesa ferð, og um hví liðið ikki verður kunngjørt fyrr enn á dystardegnum.
Dysturin byrjar klokkan 16.45. Bæði Rás2 og In.fo fylgja dystinum beinleiðis.