Lutakast til komandi EM-undankappingina hjá U21-landsliðnum í fótbólti hevur verið í morgun, og Føroyar endaðu í bólki 7 saman við Týsklandi, Russlandi, Eysturríki, Finnlandi og Aserbadjan.
- Vit kundu sjálvandi hugsað okkum at fingið Ongland í okkara bólk, men tað eydnaðist so heldur ikki hesaferð, staðfestir landsliðsvenjarin hjá U21-landsliðnum, Bill McLeod Jacobsen.
Føroyar hava áður verið í bólki saman við Týsklandi, Russlandi og Aserbadjan, sum vit eisini hava fingið góð úrslit ímóti, men hinvegin eru Finnland og Eysturríki nýggj lið hjá Føroyum í U21-landsliðshøpi.
Hoyr samrøðu við Bill McLeod Jacobsen,landsliðsvenjara, við at trýsta á pílin undir myndini.










