U20 tapti eftir brotskastskapping

Tað var um reppið at Føroyar spældi seg í finaluni

Føroyska U20-landsliðið spældi í kvøld hálvfinalu í EM-kappingini fyri tey næstbestu. Mótstøðuliðið var Makedonia, ið hevði heimavøll, og ið vóru stuðlaðir av fullsettari høll.

Makedonia var stórfavorittur, men føroyingarnir góvu teimum skarpan gang, hóast rópini á heimaliðið frá áskoðarabeinkinum.

Liðini fylgdust, og stundum vóru Føroyar á odda, men hálvleiksstøðan gjørdist 13-12 til Makedonia.

Í seinna hálvleiki royndu makedonar at sleppa avstað, men føroyingum eydnaðust at halda munin niður í eittans mál.

Tá ið 29 minuttir vóru leiktir, var støðan 22-23 til Makedonia, og trupult var hjá føroyingum at svara aftur. Men føroyingarnir vardu fyri, og við 12 sekundum eftir, høvdu teir bóltin og møguleikan at javna.

Hesum tóku teir av, tá ið høgri bakkurin javnaði til 23-23 í evstu løtu og tvingaði fram brotskastskapping.

 

Undir stórum trýsti frá makedonsku heimaáskoðarunum máttu Føroyar lúta fyri favorittunum. Men teir fara úr Makedonia við høvdunum reistum, eftir at teir vóru sera nær við at røkka finaluplássinum.