TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr eina samrøðu Óli G. Samuelsen gjørdi tíðliga í dag við U20-landsliðsspælararnar í flogbólti, Bárð Dimon og Jónfinn Hansen, ið saman við liðfeløgunum skulu spæla ímóti Ìslandi í kvøld klokkan 19, ímóti Skotlandi leygardagin klokkan 17, og ímóti Luksemborg sunnudagin klokkan 17. Talan er um EM-undankappingardystir, og Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá øllum dystunum á Rás2. Allir dystirnir verða spældir í høllini á Hálsi í Havn.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi í sendingini "SportBoxin" á Rás2, har Óli prátaði við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen um vónirnar og fyrireikingarnar til U20 EM-undankappingina.
Allir eru vónríkir um, at Føroyar kunnu standa seg væl ímóti Íslandi, Skotlandi og Luksemborg, men sera týðandi er, at føroyska flogbóltsfólkið møtir upp og stuðlar føroyska liðnum.
Dystarfrásagnirnar hjá Óla G. Samuelsen kunnu annars hoyrast á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá Rás2 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.