U20 EM: Frakland er favorittur móti Føroyum

Annar dysturin hjá føroyska U20-manslandsliðnum í EM-endaspælinum byrjar í morgin klokkan 15.40

Mynd: HSF

Seinnapartin klokkan 15.40 í morgin spælir føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti annan dystin í EM-endaspælinum í Slovenia.

 

Dysturin í bólki C verður móti Fraklandi, ið fyrr í dag tapti 31-37 (18-19) fyri bólkafavorittunum, Spania. 

 

Føroyar vunnu fyrr í dag 30-29 (21-15) á Sveis.

 

10 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin millum Frakland og Føroyar hava Frakland sum favoritt at vinna dystin.

 

Oddsini upp á franskan sigur liggja millum 1,55 og 1,62.

 

Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 2,50 og 2,93.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,00 og 9,50.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: HSF