The Edge er gittarspælari í heimskenda rockbólkinum U2, men nú um dagarnar fór The Edge út av kantinum á konsert í Vancouver.
Hetta var móti endanum av framførsluni, tá ið gittarspælarin kom spákandi eftir pallgøtuni. Hann varnaðist ikki, at hann hevði kós út av pallkantinum og steig so sannførandi út í tóma luft og fór sendandi av pallinum.
Hann fekk okkurt skursl av tilburðinum, men hann spældi konsertina lidna.
Omanfyri ber til at síggja upptøku av hendingini.










