U19-manslandsliðið vann 36-33 á Íslandi

Føroyska U19-manslandsliðið vann málríkan dyst á Íslandi

Óli Mittún skoraði 11 mál í dag

Føroyska U19 manslandsliðið í hondbólti er í holt við týdningarmiklar fyrireikingar í samband við, at liðið skal kappast í U19-HM endaspælinum í Kroatia millum 2. og 12. august.

 

Í dag spældi U19-manslandsliðið venjingardyst móti Íslandi í høllini á Eiði.

 

Føroyar vunnu dystin 36-33. Í steðginum vóru Føroyar á odda 18-17.

 

HSF skrivar soleiðis um dystin á hsf.fo: - Hetta er triðju ferð at Føroyar og Ísland møtast í hesum árganginum. Føroyar hava vunnnið tvær ferðir, og er tað einaferð enda við javnleiki. Seinast liðini møttust var til EM-endaspælið í Montenegro í fjør í dystinum um 9. pláss. Tá vann Føroyar við tveimum málum.

 


Føroyska liðið byrjaði dystin illa í dag og vóru fyrstu trý álopini tveitt burtur. Sasha Lacok hevði tó fleiri bjargingar í føroyska málinum, og helt hann okkara inni í dystinum fyrstu løtuna. Føroyska liðið kom tú skjótt fyri seg og longu eftir 10 minuttir vóru okkara frammanfyri aftur. Óli Mittún var stýrandi í bakketuni saman við Ísak Vedelbøl á strikuni, saman fingu teir fleiri góð mál. Føroyska liðið vann seg fram um, og vóru okkara frammanfyri við millum einum og trimum málum fram til hálvleiks.

Okkara byrjaðu seinna hálvleik við at brenna heldur illa og vunnu íslendingar seg nú uppá javnt. Liðini fylgdust eina løtu, áðrenn okkara vunnu seg fram um aftur og fóru spakuliga at økja. Leivur Joensen kom inn í føroyska málið og hevði hann fleiri góðar bjargingar í seinna hálvleiki. Íslendska liðið vandaði sær nógv um Óla Mittún og hetta gav betri pláss til Rók Ziskason, sum stóð seg væl. Føroyski sigurin kom ongantíð í vanda og vunnu okkara 36-33.


Liðini møtast aftur í morgin í Vestmanna kl. 16.00. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

Føroyska liðið skal í august mánaði spæla HM-endaspæl í Kroatia, har Føroyar eru í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.


5 min. 1-4

10 min. 6-5

15 min. 9-7

20 min. 14-11

25 min. 16-13

30 min. 18-17

35 min. 19-19

40 min. 23-22

45 min. 26-24

50 min. 31-27

55 min. 34-30

60. min. 36-33


Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 11

Ísak Vedelsbøl 7

Rókur Ziskason 7

Jákup Egholm 4

Óla Jákup Gaard Olsen 3

Niklas Gaard 3

Rói Seyer Hjaltason 1

 

 

 

Óli Mittún skoraði 11 mál í dag