U19 menninir vunnu á Onglandi

Føroyar - Ongland 3-2 (25-21, 18-25, 25-16, 22-25, 15-10)

U19 menninir reistu seg og leiktu ein munandi betri dyst í kvøld ímóti Onglandi enn dystin, sum teir leiktu í morgun ímóti Íslandi.

 

Fyri at føroysku U19 menninir skuldu hava nakran tjans at koma í finalua var ein sigur á Onglandi neyðugur. Sigurin varð minni enn vóna var og fingu ungu føroysku menninir 2 stig til høldar og ikki 3, sum ætlað var.

Men liðið leikti við gleði og árræði og vísti, at talan í veruleikanum er um góðar leikarar. Bæði álopsspælið og verjuspælið var munandi betri enn í morgun.

 

Liðið má nú vinna á Danmark fyri at koma í finaluna. Eitt stig - eitt 3-2 tap - kann verða nóg mikið, men so verður avgerðandi, hvussu Ongland og Ísland deila stigini sínamillum í morgin.

Dysturin ímillum Føroyar og Danmark er í morgin kl. 10.00