U19 kvinnulandsliðið spælir nú ímóti Ísland

Flogbóltur: Dagarnar 13. oktober til 15. oktobur luttekur U19 flogbóltslandsliðið í altjóða flogbóltskappingini NEVZA U19.

Flogbóltur: Dagarnar 13. oktober til 15. oktobur luttekur U19 flogbóltslandsliðið í altjóða flogbóltskappingini NEVZA U19.

 

Kappast verður um norður evuropiska meistaraheitið fyri U19 flogbóltslandslið fyri kvinnur. Kappingin er í Ikast í Danmark, har kappast verður í tríggjar dagar. Tað er danska flogbóltssambandið, Dansk Volleyball forbund, sum fyriskipar U19 kappingina hesuferð.

 

Føroyar spælir ímóti Íslandi dag, 14. oktober klokkan 8:00 føroyska tíð.

 

Dystirnir verða stroymaðir beinleiðis á http://ustre.am/1cmkr og viðmerktir á Facebook síðuni hjá Flogbóltssambandinum.

 

Á Føroyska U19 landsliðnum luttaka, ovast frá vinstru Eva Winther Nagata úr Fleyr, Rakul Biskupstø úr Mjølnir, Súsannan Ludvig úr Fleyr, Sirið Anthoniusen úr Mjølnir, Sharon Holm úr TB, Ása Klein Olsen úr Mjølnir. Niðast frá vinstru: Tóra Djurhuus úr ÍF, Turið Højgaard úr Mjølnir, Barbara Herdalur Poulsen úr Drátti, Magnhild Jacobsen úr Fleyr,  Jórunn Elisdóttir Wang og Anna Sunadóttir Hansen úr Drátti. Venjarar eru Berit Norðoy Vilhelmsen og Marjun Kalsø og lið- og ferðaleiðari er Christian Nagata.