Var rætt borið at so vóru Føroyar í einari søguligari HM-hálvfinalu nú, men soleiðis gekk tað tíverri ikki.
Undan seinasta minuttinum av vanligu leiktíðini vóru Føroyar á odda 31-28, men megnaðu okkara menn ikki at halda fast og mistu leiðsluna.
Egyptaland megnaði at javna til 31-31, og egyptar vóru omaná í longdu leiktíðini og vunnu dystin 38-34.
Tað var størsta potentiella løtan í føroyskum landshondbólti sum rann út í egyptiska sandin. Hetta er eitt tap sum svíður hart.
Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Nú mugu okkara menn royna at gerast nummar fimm í HM-kappingini. Okkara menn skulu fyrst spæla ein Play Off dyst um rættin at spæla um fimta plássið. Tann dysturin verður móti Danmark ella Portugal.
Málskjúttar: Óli Mittún 10/15, Ísak Vedelsbøl 6/6, Niklas Gaard 5/5, Búi Poulsen 4/4, Trúgvi Hávardsson 4/5, Rókur Ziskason 3/8, Tróndur Johnsson 1/1, Jákup Egholm 1/3.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##