U19 HM: Føroyar møta Portugal í morgin

Play Off dysturin millum Føroyar og Portugal um rættin at spæla um fimta plássið verður í morgin klokkan 12

Mynd: Andrei Antal

Føroyska U19 manslandsliðið fær møguleikan longu klokkan 12 í morgin at koma upp á tann tiltikna hestin aftur aftaná vónbrotið móti Egyptalandi fyrr í dag.

 

Føroyar skulu spæla Play Off dyst móti Portugal um rættin at spæla um fimta plássið komandi sunnudag klokkan 14.

 

Portugal vóru avsmurdir tá teir spældu fjórðingsfinalu móti Danmark í dag. 

 

Danmark vann stórsigur 35-25 (20-14) á Portugal. 

 

Tað verður sostatt hálvfinala millum Danmark og Egyptaland klokkan 19.30 í annaðkvøld. 

 

Fyrr í dag vann Spania 32-28 (16-12) á Týsklandi.

 

Fjórða og seinasta fjórðingsfinalan millum Kroatia og Noreg verður spæld í kvøld klokkan 19.30. 

 

 

 

Mynd: Andrei Antal