U19 gav Pólandi skarpan gang

Føroya spældu ein fínan dyst ímóti Pólandi í U19 undankapping í Svøríki í gjár. Føroyar komu á odda í seinna hálvleiki, tá ið stórspælandi Christian R. Mouritsen kom at standa leysur í brotsteignum eftir innlegg frá Pætur Jørgensen. Christian tamdi bóltin og sendi undir málmannin og í málið til 1-0 til Føroyar. Føroyska liðið var væl við í dystinum alla tíðina, og liðið hevði sínar málmøguleikar. Tað var tí stórt vónbrot, at Føroyar mistu alt í evstu løtu. Fyrst javnaði Póland eftir 66 minuttir, og fimm minuttir fyri tíð skoraðu teir sigursmálið. Føroyar høvu gyltan møguleika í yvirtíðini, men tað eydnaðist ikki at skora.
Føroyska liðið var mannað soleiðis: Trygvi Askham, FSV04  Sam Jacobsen, GÍ, Jóhan T. Davidsen, Skála, Einar Hansen, NSÍ, Torkil Kollsker, HB  Ólavur í Ólavsstovu, HB  Pætur T. Jørgensen, HB (Oddmar Færø, 73.), Bogi A. Løkin, NSÍ, Christian R. Mouritsen, Manchester City, Jóhan Ellingsgaard, B36 (Kristoffur Jakobsen, 83.)  Levi Hanssen, Skála