U19: Føroyar vunnið flottan sigur á Slovakia

Talan var um eitt satt ítróttarbragd í Göteborg í dag hjá føroyska U19- landsliðnum hjá monnum í hondbólti. Í stóru European Open-kappingini vunnu teir á oddaliðnum í bólkinum, Slovakia.

 

Úrslitið gjørdist 22-21 til Føroyar. Slovakar førdu annars við fimm málum, tá fyrri hálvleikur var meira enn hálvrunnin. Men so fóru føroyingarnir stútt og miðvíst at spæla framúr góðan hondbólt í bæði verju og álopi. Málverjin hjá Føroyum, Tóraldur Kollskerð, bjargaði ferð eftir skotunum hjá teimum risastóru slovakunum, og fjáltur kom á slovakiska liðið.

 

Tá ið fimm minuttir vóru eftir, førdu føroyingar 22-18. Tá fingu Føroyar mann útvístan, og slovakar komu upp á 22-21 í síðsta minutti. Slovakar sluppu í álop aftur í seinastu sekundunum, og endaðu við at fáa eitt fríkast, sum skuldi takast beinleiðis. Tað fór framvið málinum, og føroyingarnir kundu fegnast un eitt tað besta hondbóltsúrslitið í nýggjari tíð.

 

Í høllini sótu umframt føroysku áskoðararnar eisini svenskir og leikarar frá hinum londunum í kappingini. Og tey róptu øll á Føroyar í tí spennandi endanum á dystinum. Og nógv prát var millum áskoðararnar og venjarar frá hinum londunum um, hvussu tað bar til hjá einum so lítlum landi, har leikararnir enntá eru væl yngri í meðal, at fáa slíkt úrslit.

 

Føroyar hava nú eins nógv stig og Slovakia og Sveis, sum eru á fyrsta plássi í bólkinum. Í morgin spæla Føroyar móti Danmark og móti Finnlandi.

 

Málskjúttar vóru: Eirikur Jákupsson Simonsen 6, Allan Norðberg 5, Pætur Thomsen 2, Kjartan Johannesen 2, Jónas G. Djurhuus 2, Tróndur Arge 1, Helgi Hoydal 1, Djóni Højgaard 1, Rasmus Gullfoss 1, Hanus Christophersen 1.(Tøl HSF.fo)

 

Føroyska liðið vann í gjár 16-11 móti Estlandi, men tapti seinna dystin móti Sveits 23-16. Í morgin spæla Føroyar móti Danmark klokkan 10.00 og móti Finlandi kl. 15.00.

 

Mynd: (Høgni Hoydal) Fegnir spælarar eftir dystin.