U19: EM-hópurin kunngjørdur

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt hópin til EM-undankappingina, sum verður í Turkalandi fyrst í apríl mánað, skrivar Fótbóltssambandið

Hópurin hjá U19-landsliðnum við gentum til komandi EM-undankapping er kunngjørdur - Mynd: FSF.fo

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt hópin til EM-undankappingina, sum verður í Turkalandi fyrst í apríl mánað, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tveir dystir eru á skránni, tá føroyska U19-landsliðið við gentum fyrst í apríl mánað fer til Turkaland, har EM-undankapping er á skránni. Triðja landið í bólkinum er Armenia.

 

Pætur Smith Clementsen stendur á odda fyri liðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Rúnu Nón Bjartalíð, hevur hann nú sett navn á tær 17, ið hesaferð skulu umboða Føroyar.

 

Fyrri dysturin verður mikudagin 3. apríl ímóti Turkalandi, og leygardagin 6. apríl spæla Føroyar og Armenia. Báðir dystirnir verða spældir á Arslan Zeki Demirci Spor Kompleksi í Antalya.

 

Hópurin:

 

Súsanna Laksafoss Godtfred, B36

 

Teresa Jacobsen, HB

 

Astrid Mittfoss, HB

 

Fríða Magnussardóttir Jakobsen, HB

 

Gunnvá Lützen, HB

 

Lea Tórarenni Johannesen, HB

 

Sólja Ernstdóttir, KÍ

 

Jórun Najma Patawary, KÍ

 

Jancy Mohr, KÍ

 

Vár Johannesen, KÍ

 

Elspa Maria Zachariassen, KÍ

 

Jonnhild á Sondum, NSÍ

 

Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ

 

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur

 

Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)

 

Petra Hoydal, AaB (Danmark)

 

Hópurin hjá U19-landsliðnum við gentum til komandi EM-undankapping er kunngjørdur - Mynd: FSF.fo