U19: Beinleiðis Ungarn-Føroyar

Stroyming frá U19 landsdystinum hjá gentum í hondbólti móti Ungarn

Føroyska U19 landsliðið hjá gentum í hondbólti vann í gjár stórsigur á Moldova. Føroyska liðið vann heili 33-15. Í dag skulu tær spæla móti Ungarn, sum í gjár vann 33-18 á Makedonia.

 

Dysturin móti Ungarn í dag byrjar klokkan 16 og sæst við at trýsta á pílin á myndini.

 

Fríggjadagin:

Føroyar – Moldova 33-15

Ungarn – Makedonia 33-18

 

Leygardagin:

16:00 Ungarn – Føroyar

18:30 Makedonia – Moldova

 

Sunnudagin:

16:00 Moldova – Ungarn

18:30 Makedonia – Føroyar

 

Her eru málskjuttarnir frá 33-15 sigrinu á Moldova í gjár.

 

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:

Vár Djurhuus Poulsen 6

Maria Halsdóttir Weyhe 5

Tóra Eliasen 4

Fríða á Dunga 3

Anna á Steig 3

Drós Ragnarsdóttir 3

Marita Mortensen 3

Rannvá Dahl Hanusson 3

Karin Holm Simonsen 1

Magna Tórðardóttir 1

Durita Toftum Joensen 1

Sonja Lava Sirdal 1