Steypafinalan hjá U18-gentum í fótbólti hevur verið á Tórsvølli í kvøld, har B36 og felagsliðið ÍF/Víkingur/B68 brustu saman.
B36 fekk eina dreymabyrjan og legði seg á odda 1-0 longu í øðrum minutti við máli frá Báru S. Magnussen.
Hendan leiðslan tvífaldaðist eftir góðum hálvum tíma, tá ið Emma Hansdóttir rak inn í vøllin og langaði bóltin upp í handara horn til 2-0.
Tað vóru aðrir góðir møguleikar til bæði liðini, og eitt nú fekk B36 kolldømt eitt mál vegna rangstøðu, men endaliga úrslitið gjørdist 2-0 til B36, sum nú kann kalla seg steypavinnara 2019.
Ein onnur steypafinala verður í kvøld. Talan er um U21-steypafinaluna hjá monnum ímillum HB og Skála. Tann finalan byrjar kl.20.00.
B36 - ÍF/Víkingur/B68 2-0 (1-0)
1-0: Bára S. Magnussen, 2.
2-0: Emma Hansdóttir, 33.











