Føroyska U18 manslandsliðið í hondbólti spældi í dag annan dystin í innleiðandi bólki F í U18 EM-endaspælinum, ið er í Montenegro í hesum døgum.
Aftaná níggjumálstapið fyri Íslandi ígjár reisti føroyska liðið seg í dag við at spæla javnleik 20-20 móti vertunum. Í steðginum var støðan javnleikur 8-8.
Føroyar skoraðu upp á 20 av 37 málmøguleikum. Montenegro skoraði upp á 20 av 34 málmøguleikum.
Montenegro tapti ígjár 30-32 (15-16) fyri Italia.
Italia og Ísland spæla klokkan 18.30 í kvøld. Í løtuni hava Ísland og Italia tvey stig í part. Italia og Føroyar hava eitt stig í part.
Føroyar spæla móti Italia leygarmorgunin klokkan 11.
Málskjúttar: Jákup Egholm 6/8, Magnus Arason 6/14, Pauli Rasmussen 3/5, Lýðar í Dímun 2/3, Rúnar Hammer 2/4, Filip Haldansen 1/1.
Bjargingar: Ingi Johannesen 8/23, Bjarni G. Jacobsen 3/8.