U17 tapti seinasta dystin

Russiska bjørnin var ein ov stórur biti at svølgja hjá føroysku U17-gentunum

Føroyar hava leikt sín seinasta dyst í EM-undankappingini hjá U17-kvinnum, sum hevur verið hildin í Høllini á Hálsi um vikuskiftið. Mótstøðuliðið var Russland, ið hevði vunnið báðar sínar undanfarnu dystir 34-17 ímóti ávíkavist Kekkia og Íslandi. Føroyska liðið megnaði tó at standa seg væl betri enn hini liðini, tá ið tær hittu russunum í høllini á Hálsi í kvøld.

 

Dystargongdin var jøvn frá byrjan, men Føroyar megnaðu ongantíð at uppbyggja sær eina leiðslu. Ístaðin legði Russland seg framum, og leiðslan hjá teimum vaks so líðandi gjøgnum dystin. Í hálvleikinum var munurin tó ikki stórur, tí at tá var støðan bara 8-11 til Russland.

Men eftir hálvleikssteðgin gekk striltið hjá føroyska liðnum at skora mál. Tá ið Føroyar skoraðu sítt nígginda mál var støðan blivin heili 9-18 til Russland. Føroyska liðið helt tó áfram at stríðast, og tær gjørdu alt tað, ið tær vóru mentar. Endaliga úrslitið gjørdist 15-23 til Russland. Hetta má sigast at vera eitt meira enn góðtikið úrslit, tá ið hugsað verður um, at bæði Ísland og Kekkia taptu 34-17 ímóti teimum stóru russisku gentunum.

 

Sum heild hevur kappingin verið ein ógvuliga positiv uppliving fyri føroyskan hondbólt. Meira verður at lesa um kappingina í Sosialinum í morgin.