Tað verður undir portugisisku sólini, og í væl heitari umstøðum, samanborið við veðurlagið her heima, at U17-landsliðið við dreingjum seinni í hesum mánaðinum fer til EM-undankapping í Portugal.
Umframt Føroyar og vertslandið, verða Slovenia og Kasakstan eisini við í kappignini, sum verður frá 14. til 23. november.
Eyðun Klakstein er venjari hjá U17-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Fróða Benjaminsen, hevur hann nú úttikið 20 spælarar, ið skulu umboða Føroyar til stóru avbjóðingarnar, sum bíða føroyska liðnum.
Hópurin:
Sámal á Steig, 07 Vestur
Pætur Akselsen, 07 Vestur
Jónas Prior, 07 Vestur
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Mattias J. Hellisdal, B36
Hanus Reinert, B36
Finnur Johannesen, B36
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
Jónas Samuelsen, HB
Jónas á Hædd, KÍ
Rói Poulsen, KÍ
Hans W. Poulsen, NSÍ
Markus Isaksen, Skála
Josva Signarsson, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Torkil Holm, TB
Ingin Arngrímsson, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Dystaskráin:
16. nov. Føroyar – Slovenia
19. nov. Portugal – Føroyar
22. nov. Kasakstan – Føroyar