U17 leikti aftur javnt - endaðu ovast í millumbólkinum

Í morgun bleiv talan um javnleik 21-21 móti Belgia

Mynd: HSF

Vónirnar vóru góðar hjá føroyska U17-manslandsliðnum, ið við sigri á Belgia kundi tryggja sær bólkasigurin í millumbólki 4 í European Open kappingini í Göteborg.

 

Tað gekk ikki heilt eftir ætlan. Dysturin móti aftasta liðnum í bólkinum endaði við javnleiki 21-21. Føroyar vóru á odda 14-12 í steðginum.

 

Lýðar í Dímun var í dag toppskjútti hjá Føroyum við seks málum. 

 

Hetta er triði javnleikurin hjá Føroyum í kappingini. Sambært facebookvanganum hjá HSF var talan um lakasta dystin hjá Føroyum í kappingini higartil. 

 

Litava og Føroyar enda bæði á átta stigum. Føroyar eru betur innanhýsis, og enda tí ovast í millumbólki 4. 

 

Føroyar skulu nú spæla plasseringsdystir um endastøðurnar millum nummar níggju og nummar 14.

 

Málskjúttar: Lýðar í Dímun 6, Jákup Egholm 4, Magnus Árason 2, Fríði Holm í Innistovu 2, William Napoleon Djurhuus 2, Magnus Orri Rubek Carlsen 1, Torkil Sverri Debes Dahl 1, Helgi Jacob Halldórsson 1, Haraldur Karlsson 1. 

 

Jákup Egholm er enn toppskjútti í kappingini við 48 málum. Tomas Bogosevicius úr Litava hevur skotið 47 mál. 

 

Mynd: HSF