U17-landsliðið við gentum úttikið

18 spælarar eru úttiknir at umboða føroyska U17-landsliðið í menningarkapping í Wales.

Seinastu dagarnar hava føroysku U16- og U18-landsliðini hjá gentum luttikið í menningarkappingum ávikavist í Føroyum og Litava. Í næstum verður tað so U17-landsliðið, sum skal royna seg.


Menningarkappingin verður í Wales 5. - 8. mei. Fýra lið eru í bólkinum, og tey eru - umframt Føroyar - Wales, Norðurírland og Kasakstan. Dystirnir verða spældir á graslíkisvøllinum hjá Penybont FC.


Jan Mølvad Laursen, U17-landsliðsvenjari, hevur nú sett navn á tær 18, sum skulu umboða Føroyar í menningarkappingini í Wales. Tær 18 eru:


Ingunn Kristina Persson, B36
Sarita Maria Mittfoss, B36
Elisabet Vang, B36
Poula Andreasen, HB
Lea Hansen, HB
Kristina Petra Højsted, TB
Julia Naomi Mortensen, TB
Oddny Lind Jacobsen, B68
Birita Bergsdóttir Nielsen, NSÍ
Eyðgerð Mikkelsen, B68
Hjørdis Rasmusdóttir, Víkingur
Janita Diana Ole-Jacobsen, 07 Vestur
Tóra Mohr, KÍ
Amanda Johannessen, KÍ
Erla Christiansen, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Marjun á Lakjuni, KÍ
Gudný Johannessen, KÍ


Skráin fyri kappingina:

5. mai, kl. 14:00 Kasakstan – Føroyar
6. mai, kl. 16:00 Wales – Føroyar
8. mai, kl. 11:00 Føroyar – Norðurírland


Kelda: fsf.fo