U17-landsliðið tapti 0-5 fyri Litava

U17-landsliðið var aftanfyri við fýra málum í steðginum

Mynd: FSF

Føroyska U17-landsliðið spældi tíðliga í dag dyst móti Litava niðri í Gibraltar.

 

Talan var um fyrsta dystin í einari menningarkapping, har Ísland og Gibraltar eru hini mótstøðuliðini. 

 

Talan gjørdist um eitt stórtap. Litava vann dystin 5-0.

 

Í steðginum vóru litavar á odda 4-0.

 

Longu leygardagin spæla føroysku U17-dreingirnir annan dystin. Mótstøðuliðið tá verður Ísland.

 

##med2##

 

Mynd: FSF