U17-landsliðið hjá dreingjum úttikið

U17-landsliðsvenjararnir, Pól F. Joensen og Áki Johansen, hava úttikið føroyska hópin, sum frá 8. til 16. oktober skal luttaka í EM-undankapping í Eysturríki.

 

Umframt at spæla ímóti vertstjóðini, skal føroyska liðið eisini royna seg ímóti Sveis og Kypros.

 

Lagt verður fyri mikudagin 10. oktober, tá spælt verður ímóti Sveis, og fríggjadagin 12. oktober, skulu føroysku dreingirnir møta Eysturríki. Triðji og seinasti dysturin verður mikudagin 15. oktober, tá Føroyar og Kypros bresta saman á Hall Stadium í Tirol, skrivar fsf.fo.

 

Teir 18 leikararnir, ið eru úttiknir, eru hesir:

 

Høgni E. Nielsen, 07 Vestur

Benjamin Heinesen, B36

Hákun Edmundsson, B68

Steintór Fagradal, Aron Clementsen og Dan í Soylu, B71

Bartal Wardum, HB

Pól Sigurð Kristiansen, EB/Streymur

Ari Krosslá Poulsen og Dánjal Godtfred, FC Suðuroy

Leivur Højgaard, Meinhard Olsen og Betuel Hansen, NSÍ

Elias Rasmussen, Víkingur

Jógvan á Lað Jacobsen, FC København (DK)

Emil R. Madsen, Frederikshavn (DK)

Absalon Eliasen, Randers FC (DK)

Jákup F. Hansen, Vejle Boldklub (DK)