U17-landsliðið endaliga úttikið

Í samband kappingina um norðurlandameistaraheitið í Svøríki seinast í mánaðnum, hevur U17-landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen, úttikið endaliga hópin. Í samband við fyrireikingarnar til kappingina fer U17-landsliðið at leika ein venjingardyst ímóti unglingunum hjá ÍF. Dysturin verður fríggjakvøldið 5. juli kl.19.00 í Fuglafirði.

NM-kappingin verður í svenska býnum, Luleå, og føroyingarnir eru endaðir í bólki við Onglandi, Noreg og Svøríki.

Leikskrá:
30.juli Ongland-Føroyar
31.juli Noreg-Føroyar
02.august Svøríki-Føroyar
03.august finaludystur

Føroyska U-17 landsliðið sær soleiðis út: Gunnar Nielsen, Svenn Dam Jacobsen, Emil N. Leifsson, Páll M. Joensen, Jónas Tór Næs, Johan Mouritsen, HB, Heini Kristiansen Skála, Símun Louis Jacobsen GÍ, Fritleif í Lambanum ÍF, Justinus H. Hansen NSÍ, Ragnar Mortensen TB, Poul N. Poulsen VB, Ovi Magnussen, Johan Petur Poulsen B68, Julian Samuelsen, Urbanus Olsen, Steffan Kallsø KÍ, Bogi Hermansen B36. Leiðarar Bill McLeod Jacobsen U17-landsliðsvenjari og Pætur Clementsen U17-hjálparvenjari