U17-kvinnurnar tapt fyrstu dystirnar

Føroysku fótbóltskvinnurnar eru í kapping í Moldova um dagarnar. Higartil hava tær spælt tveir dystir, sum báðir eru taptir.

Fríggjadagin spældu kvinnurnar fyrsta dystin, og mótstøðuliðið var Frakland, sum verður mett at vera klárt besta lið í bólkinum. Úrslitið bleiv eisini eitt 10-0 móti fronsku gentunum.

 

Sunnudagin spældi føroyska landsliðið móti Wales. Dysturin endaði 1-0 til Wales, eftir mál frá Rachel Hignett í 66. minutti. Sambært heimasíðuni hjá FSF vóru føroysku kvinnurnar væl við í dystinum og kundu fingið stig, um tær vóru eitt sindur hepnari.

 

Føroyska U17 kvinnulandsliðið spælir seinasta dystin í EM-undankappingini mikudagin 19. oktober móti Moldova.