U17: Javnleik móti Wales

Ári Krosslá Poulsen skoraði føroyska málið, tá U17 landsliðið í dag spældi 1-1 javnleik móti Wales.

 

Føroyska U17 dreingjalandsliðið er hesar dagar í Wales og luttekur í eini venjingarkapping saman við vertunum, Norður Írlandi og Íslandi. Fyrradagin tapti føroysku dreingirnir 2-0 móti Íslandi og seinnapartin í dag spældu okkara 1-1 javnleik móti vertunum. Ári Krosslá Poulsen skoraði føroyska málið.

 

Seinasti dysturin á ferðini er móti Norðurírlandi.Venjarar hjá U17 landsliðnum eru Áki Johansen og Pól F. Joensen.

 

Mynd: (Áki Johansen) Liðið, ið byrjaði inni í dag.