U17: Hópurin til EM úttikin

U17 landsliðið hjá dreingjum úttikið

Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum seinni í hesum mánaðinum skal til EM-undankapping í Georgia

 

Umframt Føroyar og vertstjóðina, eru Holland og San Marino eisini við í kappingini. Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum leygardagin 12. oktober, og er heima aftur hósdagin 23. oktober.

 

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum í kappingini verður mikudagin 17. oktober, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti Hollandi, skrivar FSF.fo.

 

Teir 18, ið Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið, eru hesir:

 

Málverjar:

Karstin Hansen, NSÍ

Símun Jóhan Wolles, EB/Streymur

 

Verjuleikarar:

Bartal Wardum, HB

Hilmar Leon Jakobsen, HB

Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur

Mikkjal á Bergi, KÍ

Absalon Eliasen, Randers FC (DK)

Jóhan Waag Høgnesen, Thisted (DK)

 

Miðvallarar:

Betuel Hansen, Silkeborg IF (DK)

Petur Knudsen, NSÍ

Meinhard Olsen, NSÍ

Janus Samuelsen, 07 Vestur

Rói Olsen, EB/Streymur

Jan á Høgaryggi, EB/Streymur

Teit Jacobsen, HB

Heri Mohr, HB

 

Framherjar:

Jákup Ludvig Thomsen, FC Midtjylland (DK)

David Muller, AC Horsens (DK)