U17: Hópurin til EM undankappingina úttikin

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur nú úttikið hópin til WU17 landsliðið, sum skal spæla EM undankapping í Litava síðst í mars, skrivar FSF.fo

Astrid P. Mittfoss (t.v.) og Helga Mikkelsen (t.h.) eru millum tær 18, sum landsliðsvenjarin hevur úttikið til EM undankappingina - Mynd: Bjarni Enghamar

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur nú úttikið hópin til WU17 landsliðið, sum skal spæla EM undankapping í Litava síðst í mars, skrivar FSF.fo.

 

18 spælarar eru við í hópinum, sum fer til Vilnius at spæla EM undankapping fyri Føroyar í døgunum 22.-31. mars. Føroyar eru í bólki saman við Moldova og Grikkalandi, umframt vertstjóðini Litava. Føroysku genturnar spæla móti Litava 24. mars, móti Moldova 27. mars og enda móti Grikkalandi 30. mars, áðrenn leiðin gongur heim aftur.

 

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar 18 spælararnar til kappingina:

 

Súsanna Laksáfoss Godtfred, BSF (DK)

 

Ingrid Berg Rasmussen, EBS/Skála

 

Jakobina Bergsdóttir, EBS/Skála

 

Maria Káradóttir, EBS/Skála

 

Lea Tórarenni Johannesen, HB

 

Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB

 

Teresa Jacobsen, HB

 

Astrid Poula Mittfoss, HB

 

Borghild Debes Dánialsdóttir, HB

 

Vár Johannesen, KÍ

 

Elspa Maria Zachariassen, KÍ

 

Jonnhild á Sondum, NSÍ

 

Jonna Holm, NSÍ

 

Helga Mikkelsen, NSÍ

 

Anna Stórá Carlsen, Oure (DK)

 

Anna Jørginsdóttir, Víkingur

 

Eydna Dalheim Olsen, Víkingur

 

Hildigunn Steinhólm, Víkingur

 

Astrid P. Mittfoss (t.v.) og Helga Mikkelsen (t.h.) eru millum tær 18, sum landsliðsvenjarin hevur úttikið til EM undankappingina - Mynd: Bjarni Enghamar