U17 mansladsliðið í hondbólti spældi seg í gjár í finaluna í prestisjufullu European Open kappingini í Gøteborg í Svøríki. Finalan verður ímóti vertslandinum, Svøríki, og dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19:30.
Avrikið hjá ungu monnunum hevur tikið flest allar ítróttaráhugaðar føroyingar á bóli, tí fá høvdu væntað, at talan bleiv um eitt finalupláss.
Í hesum sambandi verður dysturin vístur beinleiðis á trappuni í miðbýnum í Havn. Tað er Tórshavnar kommuna, sum skipar fyri.
Útvarpsrásin FM1 sigur eisini beinleiðis frá finaluni klokkan 19:30. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Les eisini:Dystarendin og samrøður á FM1