Eftir hvíld í tveir dagar skulu føroysku U17-genturnar í hondbólti aftur á vøllin hósmorgunin.
Eftir óhepna javnleikin ímóti Grikkalandi mánadagin, liggja Føroyar á triðja plássi í bólki A, eitt stig aftanfyri Ukraina á øðrum plássi, ið gevur atgongd til hálvfinaluna.
Hósmorgunin spæla Føroyar seinasta dystin í bólkaspælinum ímóti júst Ukraina, so tað verður rætt og slætt ein lagnudystur, har vinnarin skal spæla hálvfinalu ímóti vinnaranum av bólki B.
Frammanundan hava Føroyar tapt tepur ímóti Serbia við úrslitinum 30-26, vunnið stórsigur á Bulgaria við úrslitinum 37-20 og so 23-23 javnleikin ímóti Grikkalandi.
Ukraina hevur spælt ímóti somu liðum, og hava vunnið 19-18 á Grikkalandi og 30-20. Dystin ímóti Serbia tapti Ukraina 33-20.
Hesi úrslit munnu ikki gera føroysku vónirnar fyri einum hálvfinaluplássið minni, og vónin er at føroysku genturnar vísa størri neyvleika enn týsdagin. Gera tær tað, so verður hálvfinaludystur leiktur leygardagin. Sannlíkt verður Sveis so mótstøðuliðið, men eisini Litava og Georgia hava møguleikan.
Dysturin, Føroyar - Ukraina, kann stroymast við at trýsta HER