U-16 landsliðið hjá dreingjum í hondbólti er í hesum døgum á venjingarlegu í Danmark.
Fleiri dystir eru á skránni og fríggjadagin skuldu dreingirnir royna seg móti tveimum liðum hjá Skjern.
Og føroysku dreingirnir fingu eitt sera flott úrslit, tá ið teir vunnu á U-18 liðnum hjá Skjern, ið millum annað var mannað av leikarum frá besta liði teirra.
Dysturin endaði nevnliga við 27-24 sigri á eldru dreingjunum úr Skjern, ið verða vandir av navnframa Henrik Kronborg, ið eisini er hjálparvenjari hjá danska manslandsliðnum.
Føroyski hópurin var býttur upp í tvey lið. Hitt liðið, ið var mannað av yngru leikarunum, tapti fyri javnaldrunum úr Skjern
Føroyski hópurin er mannaður soleiðis:
Venjari
Julian Johansen
Málverjar
Pauli Jacobsen, H71
Brandur Silvurstein, VÍF
Útileikarar
Baldur Gillason, H71
Kristoffur Bjørgvinn, Kyndil
Janus Dam, H71
Pauli Høj, Neistin
Elias á Skipagøtu, H71
Sveinur Olafsson, H71
Martin Nielsen, VÍF
Ovi Lutzen, Kyndil
Ári Rúnasson, H71
Pauli Mittún, H71
Rókur G. Eystberg, Kyndil
Rói á Skipagøtu, H71
Bjarni í Selvindi, STÍF
Silas Vang, H71
Jón Rói Høgnesen, H71
Hákun Vest av Teigum, H71
Bogi Hansen, H71
Brian Slyne, H71
Sakir T. Frídal, H71
Ragnar Karlsson, H71
Kelda: hsf.fo