Menningarkapping fyri U16-landslið hjá gentum byrjaði á Tórsvølli í dag og heldur fram til sunnudagin. Føroyar eru vertir, og hini londini í bólkinum eru Norðurírland, Ísland og Wales.
Fyrsti dystur var kl.13 í dag, tá ið Ísland vann 3-1 ímóti Wales. Fyrsti dystur hjá føroysku gentunum var síðani kl.16.00 í dag ímóti Norðurírlandi.
Føroysku genturnar komu aftur um 3-0 eftir bara einum korteri, og longu tá tóktist dysturin avgjørdur. 3-0 var eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki hildu tær norðurírsku fram við at leypa á føroyska málið. Endin var, at Norðurírland vann stórsigur 6-0.
Tær, sum byrjaðu inni á føroyska liðnum í dag, vóru Ingun Kristina Persson (B36) Poula Andreasen (HB) Birita Bergsdóttir Nielsen (B68) Amanda Johannessen (KÍ) Sarita Maria Mittfoss (B36) Erla Christiansen (KÍ) Odny Lind Jakobsen (B68) Tóra Mohr (KÍ) Julia Naomi Mortensen (TB) Evy á Lakjuni (KÍ) og Lea Hansen (HB)
Í morgin kl.16 spæla Føroyar ímóti Wales. Dysturin verður spældur á Tórsvølli, og tað er ókeypis atgongd.