U15: Sigtór úttikið fyrsta hópin

Sigtór Petersen er nýggjur venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, ið komandi vikuskifti skal spæla venjingardyst móti danska felagnum, LKB Glistrup

Nýggi venjarin hjá U15-landsliðnum við gentum, Sigtór Petersen hevur sent boð eftir 28 spælarum til venjingar og venjingardyst, ið eru á skránni komandi vikuskifti, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Leygardagin 10. juli verður skipað fyri tveimum venjingum í Gundadali í Havn, og sunnudagin 11. juli klokkan 12:00 er venjingardystur á skránni á Svangaskarði á Toftum, har danska liðið, LKB Glistrup vitjar.

 

Í august mánað skulu U15-genturnar til Baltic Cup í Estlandi, og í novembur skulu tær til Slovenia, har tveir venjingardystir móti slovenska U15-landsliðnum eru á skránni. Nú venjaratoymið kring U15-landsliðið við gentum er mannað av nýggjum, er avtala gjørd við Allan Smedemark, um at vera hjálparvenjari, meðan Bára Joensen heldur fram sum málmansvenjari.

 

Tær 28, ið venjarin hevur boðsent, eru hesar:

 

Miriam K. Johannesen, FC Hoyvík

 

Karin Justinussen, FC Hoyvík

 

Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík

 

Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík

 

Audrey Sára Banzon Sakarisson, FC Hoyvík

 

Brá Zakarisardóttir, FC Hoyvík

 

Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík

 

Marta Sofía Øster, HB

 

Katrin Hansen, HB

 

Marjun Kristina Jansdóttir, HB

 

Bára Tórálvsdóttir Poulsen, HB

 

Mira Bendix Laursen, HB

 

Ró Reginsdóttir, HB

 

Rannvá við Streym Mikkelsen, B68

 

Poula Nesá, B68

 

Hanna S. Petersen, B68

 

Lea Mariusardóttir, EB/Streymur

 

Sára Eikholm Rúnadóttir, EB/Streymur

 

Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ

 

Helga Mikkelsen, NSÍ

 

Ingrið Berg Rasmussen, Skála

 

Jakobina Bergsdóttir, Skála

 

Rósa Reginsdóttir, FC Suðuroy

 

Mirjam Skoralíð, Víkingur

 

Hildigunn Steinhólm, Víkingur

 

Anna Jørginsdóttir, Víkingur

 

Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

 

Grethe Torp, LKB Gistrup