Tá U-21 landsliðið seinnapartin í dag spælir móti serbiska U-21 landsliðnum, verður tað á einum spildurnýggjum leikvølli. Talan er um fyrsta altjóða dystin á Gradski leikvøllinum í Uzice, sum liggur góðar 200 kilometrar frá Beograd.
Føroyska landsliðið skal í dag spæla triðja dystin í EM undankappingini. Fyrsti dysturin endaði við javnleiki móti Norðurírlandi í Gundadali og fyrst í august mánaði taptu vit 4-0 móti Norðurírlandi í Belfast.
Í dag er mótstøðan Serbia, sum spælir sín næsta dyst í EM undankappingini. Teir vunnu fyrra dystin 1-0 á Norðurírlandi á heimavølli. Millum annað fekk Norðurírland ein mann útvístan aftaná 50 minuttir.
Tí verður ikki rokna við, at U-21 landsliðið hjá Serbia er so nógv sterkari enn tað hjá Norðurírlandi.
Dysturin millum U-21 landsliðini hjá Serbia og Føroyum byrjar klokkan 15:30.
(Myndirnar av Gradski leikvøllinum hevur Fríða Jóinsdóttir Joensen tikið)