U-17 spældi seg víðari

Føroysku U-17 dreingirnir hava í kvøld skrivað føroyska fótbóltssøgu

U-17 dreingirnir hjá Føroyum hava í kvøld fyri fyrstu ferð í føroyskari fótbóltssøgu spælt seg víðari úr undan – undankappingini, sum hesar seinastu dagarnar hevur verið spæld í Luksemburg.

 

Føroyar spældu í seinasta dystinum 2-2 javnleik móti vertstjóðini Luksemburg, eftir at teir eitt skiftið annars vóru á odda 2-0.

 

Tórur Jacobsen úr KÍ skoraði bæði tey føroysku málini. Í seinna hálvleiki skoraði Luksemburg tvær ferðir.

 

Javnleikurin ber við sær, at Føroyar enda nummar tvey í bólkinum hjá sær, eftir at hini bæði londini, Sveis og Kekkia, spældu javnt í hinum dystinum. Føroyar og Kekkia eru jøvn í stigum, men av tí at Føroyar vann móti Kekkia innanhýsis, er Føroyar betri samlað.

 

Sostatt hevur U-17 landsliðið framt eitt framúr avrik, har teir hava spælt seg víðari til Eliteu-umfari, sum verður spælt í marts mánað komandi ár.