Venjarin hjá føroyska u-14 landsliðnum, Mathias Davidsen, sum dagliga venur 1. lið hjá Skála, letur væl at ferðini hja føroysku u-14 dreingjunum í Aberdeen, og hann er væl nøgdur við avrikið
Føroyar spældi fyrsta dystin móti írskum liði, og vunnu teir dystin ikki minni enn 7-0. Sambært Mathias Davidsen borðreiddu føroysku dreingirnir við sera skilagóðum fótbólti. Næsti dystur var móti minni skotskum felagi, og hesaferð varð endaliga úrslitið 3-0, sum aftur var ein sannførandi sigur til føroyingar.
Seinasti dysturin var móti sjálvum vertunum úr Aberdeen, og her varð mótstøðan meir enn í undanfarnu dystum. Endaliga úrslitið var 4-1 til Aberdeen, og støðan í hálvleikinum var 4-0 til heimaliðið. Sæð við føroyskum eygum vann okkara landslið sostatt seinna hálvleik 1-0.
Mathias Davidsen er samanumtikið væl nøgdur við avrikið hjá Føroyum, og hann sigur, at fleiri sera evnaríkir leikarar eru at finna í 88 árganginum, sum u-14 liðið er mannað av. Í hesum sambandi nevnir venjarin t.d. Kristoffur Jacobsen úr KÍ, sum skeyt fleiri mál, Boga Løkin úr NSÍ og Christian Eli Mouritsen úr HB.
Vunnu minni kappingar
Umframt dystirnar, ið spældir vórðu, skipaði Aberdeen eisini fyri minni fótbóltskappingum. Fóttennis varð annað tiltakið, har fýra vórðu á hvørjum liði, og her vunnu føroyingar kappingina.
Eisini vórðu føroysku u-14 dreingirnir á ovastu rók, tá skipað varð fyri fótbóltskapping við lítlum málum og fimm leikarum á hvørjum liði, so ikki kann sigast annað, enn at føroysku leikararnir framdu eitt gott avrik, og er hetta lovandi fyri framtíðina í føroyskum fótbólti.