U-13 badmintonleikararnir vunnu alt í Íslandi

Nú badmintonkappingarnar í Reykjavik International Games 2012 eru lidnar, má staðvestast, at væl hevur gingist føroysku leikarunum. Sum fyrr frásagt megnaðu føroyskir leikarar at koma í hálvfinalurnar í øllum teimum fýra aldursbólkunum, sum vit høvdu við á leikunum - t.v.s U-13, U-15, U-17 og U-19.

 

Best lá fyri í U-13, har føroyingar vunnu allar tær 5 kappingarnar, sum vóru á skránni. Í einmansleiki hjá dreingum vann Bartal Poulsen, VÍF gull, meðan Dann Fróðason, MBF og Brandur Jákupsson, HBF deildu triðjaplássið.

 

Í einmansleiki gentur vann Gunnva Jacobsen HBF gull, meðan Marjun á Lakjuni, KBF endaði á triðja plássi. Í Tvímansleikin hjá dreingum vunnu Brandur Jákupsson HBF og Bartal Poulsen VÍF gull, meðan Dann Fróðason og Andras Dánjalson, MBF endaðu á triðjaplássi. Tvímansleikin hjá gentum vunnu Marjun á Lakjuni, KBF og Gunnva Jacobsen HBF. Blandaða tvímansleikin hjá U-13 vunnu Gunnva Jacobsen HBF og Bartal Poulsen VÍF. Sostætt kann staðfestast, at Bartal og Gunnvá vunnu hvør síni 3 gull heiðursmerki á leikunum í Reykjavík.

 

Í U-15 vunnu Kristina Eriksen HBF og Sólfríð Hjørleifsdóttir VÍF silvur, tá tær í finaluni taptu tepurt í einum trísettara móti einum íslendskum pari. Magnus Dal Christiansen frá HBF leikti seg eisini í fleiri semifinalur, men eydnaðist honum ikki at vinna seg í nakra finalu á hesum sinni. Í U-17 var Heðin G. Poulsen KBF sera nær við at vinna seg í finaluna, men tapti hann í einu jøvnum trísettara í hálvfinaluni í móti einum sterkum íslendskum leikara.