Týskt felag vil hava lyklaleikara hjá Kyndli

Hann er í løtuni til royndarvenjing, og sum skilst, so er felagið áhugað í at fáa hann at flyta til Týsklands.

Tá ið mansliðið hjá Kyndli í kvøld spældi ímóti Neistanum, var íslendski strikuspælari teirra, Hörður Fannar Sigþórsson, ikki við í hópinum. Orsøkin er tann, at hann er farin til royndarvenjing hjá týska felagnum EHV Aue, sum liggur miðskeiðis í 2. Bundesliga. Tað er næstbesta deildin.


Royndarvenjingin hevur eftir øllum at døma gingið væl, tí sum skilst, so er týska felagið ógvuliga áhugað í at fáa Hörð at spæla við teimum alt fyri eitt. Felagið hevur nevniliga í løtuni stóran tørv á einum strikuspælara.


Hörður er sáttmálabundin at Kyndli, men hóast tað í løtuni ikki eru nakrar beinleiðis samráðingar ímillum EHV Aue og Kyndil um eitt møguligt skifti, so bendir nógv á, at samráðingar verða tiknar upp í næstum.


- Vit hava í dag spurt, hvussu felagið ímyndar sær at ein avtala skal síggja út, men enn hava vit einki hoyrt aftur, sigur Uni Arge, formaður í Kyndli.


EHV Aue hevur tørv á einum strikuspælara í øllum førum fram til jóla, men Kyndil bíðar í løtuni nærri upplýsingum um hvussu leingi teir vilja hava hann og hvussu nógv teir vilja lata fyri hann.


Hörður Fannar Sigþórsson er 32 ára gamal.