- Týskland verður heimsmeistari

Víkinga áleyparin Finnur Justinussen væntar, at Týskland strýkur avstað við heimsmeistaraheitinum. HM finalan verður leikt í kvøld.

Í kvøld klokkan 20:00 verður finalan í HM leikt á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro. Finalan er millum Týskland og Argentina.

 

Vìkinga áleyparin og toppskjúttin í føroyskum fótbólti í 2009 og 2011, Finnur Justinussen, væntar at Týskland verður heimsmeistari.

 

Og so er hann serliga bergtikin av James Rodriguez, ið hann heldur er orsøkin til, at Kolumbia kom so langt í HM endaspælinum.

 

Sunnukvøldið spæla Argentina og Týskland HM finalu. Hvør væntar tú vinnur finaluna og hví?

Eg vænti, at Týskland vinnur finaluna. Teir hava liva upp til hvat man kundi vænta av teimum og teir blástu Brasil av vøllinum í hálvfinaluni. Teir eru øgiligir fyri tíðina. Argentina við einum ikki so imponerandi Messi og skaddum Di Maria tapa nokk eini 3-1 fyri eini vælsmurdari týskari maskinu!

 

Nú tá kappingin nærkast endanum, hvønn sært tú so sum tað stóra yvirraskilsi til hetta HM endaspælið?

Yvirraskilsi hetta endaspælið er uttan iva James Rodriguez úr Kolombia. Hann gjørdi at Kolombia yvirhøvur komu so langt. Annars hevur Kosta Rika yvirraska meg nógv, eingin væntaði nakað sum helst av teimum, men við vælskipaðum liðið og góðum kontraálopum, komu teir líka til 1/8 dystirnar, tað er flott.

 

Og hvat lið hevur verið tað størsta vónbrotið?

Størsta vónbrotið er uttan iva Spania, teir vóru ikki til at kenna aftur. Einki sum fyrr hevur givið teimum meistaraheitir riggaði, men øll hini stóru evropeisku londini so sum Ongland, Italia og Portugal hava eisini skuffað, tey eiga við so stórum spælarum at koma longri.