Týskland hevur nú gjørt eina avtalu við USA um veiting av loftverjuskipanum av slagnum, Patriot, sum er ein sera framkomin verjuskipan.
Tað er týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, sum boðar frá avtaluni við USA.
Ein partur av avtaluni snýr seg um Patriot-loftverjuskipanir, sum skulu latast Ukraina til verju móti áhaldandi russisku álopunum á grannalandið.
Boris Pistorius sigur, at komandi dagarnar fær Ukraina tvær nýggjar Patriot-skipanir, sum Týskland fíggjar og letur krígsherjaða landinum.
Haraftrat keypir Týskland nýggjastu útgávurnar av amerikansku loftverjuskipanini, sum skulu latast heilt skjótt.
##med2##
Ukraina hevur sagt, at landinum tørvar tilsamans tíggju loftverjuskipanir, og Týskland hevur áður latið Ukraina tríggjar Patriot-skipanir.
- Í juli varð avtala gjørd um, at Noreg og Týskland skulu hjálpa til við at útvega Ukraina fleiri Patriot-loftverjuskipanir, veit NRK at siga í morgun.