Týsku kappingarmyndugleikarnir meta, at Facebook hevur misnýtt umfatandi støðu sína á sosialu miðlunum.
Tyskland fer nú at seta mark fyri, hvussu Facebook kann innasvna dátur frá brúkarunum. Tað hendir, eftir at landsins kappingarmyndugeikar hava mett, at Facebook hevur misnýtt sína altvaldandi støðu til at savna brúkaradátur frá fleiri keldum.
Facebook fer at kære avgerðina, skrivar tíðndastovan Reuters.
– Í framtíðini fer Facebook ikki longur at hava loyvi til at tvinga brúkarar sínar at góðkenna eitt komplett tilknýti av ikki-Facebook dátum til teirra Facebook-profilar, sigur stjórin fyri kappingarmyndugleikan, Andreas Mundt, sambært Reuters.
Myndugleikarnir hava leingi kannað Facebook og hava sambært Reuters serliga havt eyga við, hvussu Facebook hevur innsavnað dátur um sínar brúkarar frá øðrum applikatiónum so sum WhatsApp og Instagram.
Harumframt hava myndugleikarnir funnist at eygleiðingini hjá Facebook av persónum á netinum, sum als ikki hava ein Facebook-profil.
Her hevur Facebook havt eftirlit við og savna inn dátur um brúkarar, sum hava verið á heimasíðum, har Facebook-softwafre er installerað.
– Vit eru ósamd í niðurstøðuni og fara at kæra hana, so týskarar framhaldandi kunnu fáa fullan fyrimun av øllum okkara tænastum, skrivar Facebook sambært Reuters um avgerðina.
/ritzau/