Kendu týsku landsliðsspælararnir, Per Mertesacker hjá Arsenal og Jerome Boateng hjá Bayern Munchen royna at dempa vónirnar hjá tí týska fótbóltsalmenninginum um ein stórsigur á Føroyum á Tórsvølli týskvøldið.
Á tíðindafundi í gjárakvøldi minut Per Mertesacker og Jerome Boateng tíðindifólkini á hvussu torført týska landsliðið hevði tað at skora ímóti Jákup Mikkelsen á Tórsvølli í 2003. Ì 2003 fullu tey týsku málini ikki fyrr enn í 89. og í 90. minutti, tá Miroslav Klose og Fredi Bobic megnaðu at skora ímóti Jákupi Mikkelsen, sum hevði eitt hav av bjargingum gjøgnum dystin.
- Vit taka dystin ímóti Føroyum ógvuliga seriøst. Vit undermeta so ikki Føroyar, undirstrikaði Boateng á tíðindafundinum í gjárakvøldið