Hetta er norska fregattin, KNM Thor Heyerdahl, sum hevur hildið vakt á Heidrun-økinum og við plattformin, Draugen. Nú skulu tríggjar trýskar fregattir hjálpa til við vaktarhaldinum.

Týskar fregattir skulu verja norska olju og gass

Týska verjan hevur bjóðað Noregi, at tríggjar fregattir, sum eru við í einari hernaðarvenjing í Norðurnoregi, kunnu vera verandi í norskum sjógvi, tá venjingarnar eru lidnar.

Hetta er norska fregattin, KNM Thor Heyerdahl, sum hevur hildið vakt á Heidrun-økinum og við plattformin, Draugen. Nú skulu tríggjar trýskar fregattir hjálpa til við vaktarhaldinum.

Norska kringvarpið NRK veit í dag at siga, at tríggjar týskar fregattir skulu verja norskan olju-og gassútbúnað.

 

Skipini eru í løtuni við í einari hernaðarvenjing í Norðurnoregi, nevnd "Heimdall", og tá venjingin er liðug, verða skipini verandi í norskum øki.

 

Sambært NRK er hetta ein týsk hernaðarvenjing við Andøya, og her venja bæði týski herurin, sjóverja og loftverja. Noreg luttekur eisini í venjingini, og tilsamans eru eini 1200 herfólk við í venjingini.

 

Tær tríggjar týsku fregattirnar, sum eru við í venjingini, eru Rheinland-Pfalz, Schleswig-Holstein og Mecklenburg-Vorpommern.

 

Týska verjan hevur bjóðað Noregi, at skipini kunnu vera verandi í norskum sjógvi, har tey kunnu halda vakt og sigla kring um við norskan olju-og gassútbúnað. 

 

Hetta hevur NRK fingið upplýst í norska verjumálaráðnum. 

 

Eftir at Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár, eru olja og gass vorðið ein partur av stríðnum millum Russland og vesturheimin. Meðan Evropa hevur roynt at gera seg leyst av russiskum gassi, hava russar á hinari síðuni minkað um nøgdina av gassi til Evropa.

 

Hetta hevur gjørt, at Noreg í løtuni er størsti veitari av náttúrugassi til Evropa, samstundis sum norskur olju-og gassútbúnaður eru vorðin eitt mál fyri álopum - serliga eftir, at gassrørleiðingarnar, Nord Stream 1 og 2, vóru fyri álopum.

 

- Síðan hendingina í Eystursjónum hevur tilbúgvingin í norskum øki verið skerpað, veit NRK at siga.

 

##med2##

 

 

 

Hetta er norska fregattin, KNM Thor Heyerdahl, sum hevur hildið vakt á Heidrun-økinum og við plattformin, Draugen. Nú skulu tríggjar trýskar fregattir hjálpa til við vaktarhaldinum.

Hetta er týska fregattin, Rheinland-Pfalz, sum nú fer at verja norskt olju-og gassøki.